4. august 2011 10.42
Lýsingin um Makrel tikin aftur

Í gjár var kunnað um, at makrelfiskiskapurin skuldi steðga á midnátt í kvøld, men nú er lýsingin tikin aftur.
Upprunaliga var roknað við, at sildin sum var fiska sum hjáveiða, skuldi roknast uppí heildarkvotuna, men hendan avgerðin er broytt.
Heildarkvotan av makreli til onnur skip enn nótaskip er 41.450 tons.
Fylgjast kann við fiskiskapinum hjá makrelskipunum á heimasíðuni hjá Fiskiveiðieftirlitinum undir "Hagtøl" makrelur 2011