10. januar 2018 15.53
VØRN – SØKIR EFTIR EYGLEIÐARUM

Rætting til starvslýsing frá 10.01-2018. (Talan er um tvey føst størv)


FISKIVEIÐIEFTIRLITIÐ SØKIR EFTIR EYGLEIÐARUM

Fiskiveiðieftirlitið søkir eftir dugnaligum og eldhugaðum eygleiðarum til at verða partur av eftirlitistoymi.

Arbeiðsøki er fyrst og fremst umborð á føroyskum fiskiskipum í samband við fiskiskap við Føroyar og á fjarleiðum (NAFO, NEAFC) og útlendskum fiskiskipum í føroyskum sjóøki.

Arbeiðsuppgávur:

Eygleiðarin er við til at tryggja, at fiskiskapurin er í samsvari við galdandi kunngerðir og lógir fyri øki.

Eygleiðarin skal dagliga taka stakroyndir av veiðu og hjáveiðu. Stakroyndirnar skulu millum annað nýtast til stovnsmetingar.

Eygleiðarin skal eftir lokna uppgávu skriva eina eygleiðarafrágreiðing og eftirkunna leiðsluna.

Eygleiðarin kann eisini verða biðin um at luttaka í eftirlitisarbeiði í landi.

Tað er sera umráðandi, at eygleiðarin er førur fyri at arbeiða sjálvstøðugt. Eygleiðarin skal útinna sítt arbeiði sambært teimum av Fiskiveiðieftirlitinum settu stevnumiðum og ásetingum.

Arbeiðsuppgávurnar kunnu broytast um Fiskiveiðieftirlitið metir, at tað er tørvur á tí.

Krøv til útbúgving og førleikar:

• Tað er einki krav til útbúgving. Nautisk útbúgving ella aðrar viðkomandi royndir er ein fyrimunur.
• Trygdarskeið og heilsuváttan fyri sjófólk eru kravd.

Vit sóknast eftir fólki sum:

• kann arbeiða sjálvstøðugt og dugir væl at samstarva
• dugir at samskifta á føroyskum og enskum í skrift og talu
• hevur kunnleika til telduforrit, so sum excel og word




Setanarviðurskifti:

Talan er um tvey føst størv fevnd av sersáttmála við Fiskiveiðieftirlitið. Størvini er lønt eftir stigi 35 í lønartalvu tænastumanna, men eru ikki tænastumannastørv.

Umsókn:

Umsókn skal sendast til Vørn á: journal@vorn.fo
saman við prógvum, C.V, trygdarskeið og heilsuváttan fyri sjófólk.

Umsóknin skal verða okkum í hendi seinasta lagi 29. januar 2018. kl 12:00

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at ringja til Meinhard Gaardlykke, fulltrúi á Fiskiveiðieftirlitinum á tlf. 291006.
Leys størv