19. mars 2014 07.54
"Gudrun" sleipa til Fuglajørð

Brimil kom seinnapartin 18. mars til Fuglafjørð við garnabátinum “Gudrun”.
“Gudrun” hevði fingið um skrúvuna, meðan teir fiskaðu norðanfyri.
Tá skipini vóru komin at bryggju fóru kavarar frá Brimli niður at skera av skrúvuni á “Gudrun”.
“Gudrun” fiskar við havtaskugørnum undir Føroyum, skipið er bygt í Esbjerg í 1964, skipið er heimahoyrandi í Klaksvík.
Myndinar hevur Dávur Joensen tikið.