22. november 2011 13.13
Útróðrarbátur tikin á stongdari leið norðanfyri

Tjaldrið er komið á Klaksvík við einum útróðrarbáti, sum er tikin fyri at fiska stongdari leið.
Í Klaksvík, tekur Politiðið sær av málinum.
Í síðstu viku tók Brimil eitt garnaskip fyri at fiska á stongdari leið, skipini komu á Havnina, har skipari og reiðarí fingu eitt sektaruppskot uppá 280.000 kr.
Tá trygd var veitt fyri upphæddini, fór skipið aftur til fiskiskap.