11. november 2010 13.55
Línuskipið Helena fingið um skrúvuna.
Brimil sleipar Helenu
Brimil sleipar Helenu
Um midnáttina fekk Fiskiveiðieftirlitið boð um, at línuskipið Helena úr Klaksvík hevði fingið um skrúvuna.
Brimil fór til hjálpar, og var frammi hjá Helenu um 8 tíðina í morgun.
Helena var stødd einar 50 fjórðingar eystur úr Fugloynni.
Veðrið hevur verði ringt í dag, einar 20 til 25 m/s, og stór alda, hóast tað hevur sleipið gingið væl, og væntast bæði skipini at verða á Klaksvík um 8 tíðina í kvøld.
Nakrar myndir