1. februar 2012 11.40
400 túsund pund av upsa har yvir 70% var ungfiskur.

Eftirlitsfólk frá Fiskiveiðieftirlitinum vóru í Eysturoynni og kannaðu partrolarar fyri ungfisk.
Skipini høvdu um 400 túsund pund, harav yvir 70 % av veiðini var ungfiskur, meðallongdin á upsanum var 53 cm, kannaðir vóru 14500 fiskar.
Skipini vóru úti í 4 dagar, tann fyrsta dagin vóru yvir 96 % av veiðini ungfiskur, og ikki kann sigast, at skiparinir gjørdu tað stóra, fyri at umgangast ungfiskin, Fiskiveiðieftirlitið kundi staðfesta, at skipini høvdu roynt í somu slóg á Munkagrunninum inntil Fiskiveiðieftirlitið stongdi økið.


Kanningarúrslitið av øðrum skipinum sæst her:

Skip 1.
Landkanning.
Skipið hevði 96030 kg umborð.

Dagur 1 gav 96,38% ungfisk.
Dagur 2 gav 71,02% ungfisk.
Dagur 3 gav 74,96% ungfisk.
Dagur 4 gav 21,30% ungfisk.

Taldir vóru í alt 7397 fiskar, sum er ca 10% av lastini.
meðal longdin á upsanum var 53,55 cm.