Vørn logo
 Heim
 FVE
 Tíðindi
 Hagtøl
 Søgulig hagtøl
 Myndasavn
 Slóðir
 Veiðiváttan til ES
 Søga
 Leys størv
 Nøgdsemiskanning
 Talgild móttøka
 Veðrið
 Oyðubløð
 Vegleiðingar
 Fráboðan
 Eygleiðara
 Stongdar leiðir
 Uppboðssøla 2017

Uppboðssølurnar

Oyðubløð

Reglugerð fyri afturlatnari uppboðssølu í 2017

Treytir fyri afturlatnari uppboðssølu í 2017 sambært kunngerð um uppboðssølu av makreli, norðhavssild og svartkjafti og botnfiski í Barentshavinum í 2017.

 

1.     Tey, ið ætla at bjóða, skulu brúka oyðublað, sum er gjørt til endamálið. Oyðublaðið er tøkt á heimasíðuni hjá Vørn, www.vorn.fo. Møguleiki er eisini at venda sær til Vørn og biðja um at fáa oyðublað sent.

2.     Boðið skal sendast til Vørn í afturlatnum brævbjálva innan ásettu freist. Brævbjálvin skal merkjast “Uppboðssøla av (heiti á fiskaslag) 2017”.

3.     Adressan hjá Vørn er: Vørn, Yviri við Strond 3, Postrúm 1238, 110 Tórshavn.

4.     Boðið skal tilskila, hvønn prís tann, ið bjóðar, er sinnaður at gjalda, og hvussu stóra nøgd viðkomandi ynskir at keypa. Boðið kann bert fevna um ein ávísan prís  og eina ávísa nøgd. Í boðnum skal prísurin ásetast sum prísur pr. kilo. Nøgdin skal ásetast í kilo.

5.     Trygd fyri peninginum: Keypari skal stilla nøktandi trygd fyri, at keypspeningur og uppboðssølugjald verða goldin sbrt. gjaldsfreistunum (hesar eru útgreinaðar niðanfyri). Trygdin skal vera sett í seinasta lagi samstundis, sum boð verður latið og skal vera galdandi, til rindað er.

6.     Tann, ið letur boð inn, kann ikki geva boð fyri hægri upphædd enn hana, trygdin fevnir um.

7.     Tann, ið letur boð inn, skal hava fiskifar undir føroyskum flaggi, ið sjálvt kann fiska kvotuna, ella skjalprógva avtalu um, at ávíst fiskifar undir føroyskum flaggi fiskar keyptu kvotuna. Trý boð kunnu latast inn fyri hvørt fiskifar.

8.     Tann, ið letur boð inn, skal tilskila, hvat fiskifar skal fiska kvotuna.

9.     Tann, ið letur boð inn, skal tilskila, navn og telefonnummar á umboðsfólki á uppboðssøluni.

10.  Rætturin at veiða kann seljast

i)      Eigara av fiskifari undir føroyskum flaggi, sum hevur veiðiloyvi, at fiska við ávísa fiskifarinum,

ii)    Eigara av báti í bólki 5, sambært løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap, at fiska við ávísa bátinum,

iii)   Eigara av fiskifari undir føroyskum flaggi, uttan veiðiloyvi, at fiska við ávísa fiskifarinum, ella

iv)   Føroyskum partafelagi ella smápartafelagi, ið skjalprógvar avtalu um, at ávíst fiskifar undir føroyskum flaggi fiskar keyptu kvotuna.

11.  Um ein eigari, ella felag, eigur, ella hevur avtalu við, fleiri fiskifør, sbrt. treytunum  í pkt. 10, kann hann lata trý boð inn fyri hvørt fiskifar.

12.  Keypt rættindi kunnu einans gagnnýtast við tí fiskifari, ið tey verða keypt til. Rættindini kunnu ikki avhendast til annað fiskifar sbrt. ásetingum í lóg um vinnuligan fiskiskap.

13.  Í avgreiðsluni verða innkomin boð raðfest við hægsta eindarprísi fremst – tað merkir hægsta prísi fyri kilo í krónum og oyrum – og síðani lækkandi, til boð er komið uppá alla nøgdina, ið er boðin út. Prísurin verður eins fyri allar keyparar og verður ásettur javnt prísinum hjá tí, ið fekk seinastu nøgdina í boði.

14.  Keypari kann fáa minni nøgd í boði, enn hana viðkomandi bjóðar uppá. Í teimum førum kann keyparin velja at siga boðið frá sær og lata nøgdina inn aftur.

15.  Landstýrismaðurin kann áseta minstaprís, áðrenn boðini verða latin upp.

16.  Endaliga avgreiðslan kann verða vrakað, um illgruni er um marknaðarbrek. Um hetta hendir, verða øll, ið hava latið boð inn, kunnað.

17.  Verður avgreiðslan vrakað, verður farið fram av nýggjum eftir reglunum í kunngerð um uppboðssølu av makreli, norðhavssild og svartkjafti og botnfiski í Barentshavinum í 2017.

 

Uppboðssølan 2017 – Útgreining av ávísum reglum

 

Gjaldstreytir

Keypari rindar uppboðssølugjaldið, sum er 0,75% av keypsupphæddini og kr. 500,- fyri fiskiloyvi til Vørn. Hetta gjald fellur til gjaldingar, tá avgerð er tikin um, hvør ella hvørji vinna boðið.

Vørn sendir rættindahavara, sum hevur vinnandi boðið, rokning fyri keypsupphæddina Keypsupphæddin fellur til gjaldingar 31. desember 2017, hóast ikki verður avreitt. Rinda eigarar ikki rættstundis, verður renta roknað við 0,7% fyri hvønn byrjaðan mánað.

 

Trygd

Bert boð, sum hava bankatrygd fyri rindan, sbr. pkt. 5 omanfyri, verða góðtikin. Sami keypari kann velja at samanseta trygdina sum vanliga bankatrygd ella kontant gjald.

1.     Bankatrygdin skal stillast sum ótíðaravmarkað sjálvsskuldarborgan ella sum onnur bankatrygd, ið kann metast at verða eins nøktandi.

2.     Verður ístaðin goldið frammanundan, skal øll upphæddin, ið ætlanin er at bjóða fyri, vera á konto hjá Vørn á 6460 – 182.705.9, tá uppboðssølan byrjar.

Tá sølan er liðug, verður gjørt upp og avroknað.

 

Góðkenning frá Vørn

Feløg og persónar, ið ætla at bjóða uppá rættindi á uppboðssølu eftir § 2, stk. 1, nr. 3 og 4 í kunngerðini, skulu vera góðkend av Vørn framman undan ætlaðum keypi og skulu lata hóskandi skjalprógv inn í seinasta lagi 3 vikur, innan uppboðssøla verður hildin, ella boð skulu latast inn. Skjalprógvast skal, hvat fiskifar talan er um, og at fiskifarið er undir føroyskum flaggi og hevur føroyskt siglingarloyvi.Váttan skal fyriliggja frá Sjóvinnustýrinum. Fiskifarið skal vera undir føroyskum flaggi í seinasta lagi 1 viku, áðrenn ætlanin er at keypa á uppboðssølu.

Harundir skal skjalprógvast, at feløg, persónar og eigarar av skipum lúka treytirnar í § 7 í lóg um vinnuligan fiskiskap. Um felagið ikki áður er góðkent av Vørn, skulu fylgjandi skjøl latast Vørn 3 vikur innan uppboðssøluna:

1.     Stovningarsamtykt

2.     Viðtøkur fyri felagið

3.     Starvsreglugerð fyri nevndina

4.     Prógv fyri innføring í yvirlit yvir partaeigarar

5.     Partaeigarayvirlit

6.     Tekningarúrskrift frá Skráseting Føroya

7.     Endaliga keypssáttmála

8.     Møguligan partaeigarasáttmála

9.     Onnur skjøl, sum hava týdning fyri ognarviðurskifitni og avgerðarrættin í felagnum, herundir lániavtalur

10.  Roknskaparupplýsingar

11.  Váttan um bústað í Føroyum

12.  Váttan um fulla skattskyldu í Føroyum

13.  Váttan um, at ongar aðrar avtalur viðvíkjandi eigara- og avgerðarviðurskiftunum enn tær, sum Vørn hevur fingið innlit í, eru gjørdar í hesum sambandi. Váttan skal fyriliggja frá nevndarlimum, stjórn og løggildum grannskoðara.

 

Kunning og avgreiðsla av søluni

Boðini verða latin upp og sølan avgreidd handan afturlatnar dyr.

Upplýsingar um søluna verða almannakunngjørdar, tá sølan er liðug. Upplýsingarnar fevna um upphæddir á vinnandi boðunum og navnið á teimum, ið hava vunnið uppboðssøluna.

 

Serstakar støður: Ein keypari fær ikki alt hann bjóðar uppá, ella fleiri keyparar hava sama boð.

Boðið, ið hevur lægsta eindarprís (kiloprís) av teimum boðum, ið komu upp í part, ásetir kiloprísin, ið øll skulu gjalda. Á henda hátt rinda øll, ið keypa, sama prís.

Um seinasti keyparin ikki fær alt, ið hann bað um, kann hann frásiga sær keypið. Um fleiri keyparar liggja aftast við sama prísi, verður nøgdin, ið eftir er, býtt millum hesar keyparar lutfalsliga eftir hvussu stóra nøgd teir hava bjóðað uppá.

Ynskja keyparar ikki at taka av, tí nøgdin er minni enn tað, teir ynskja, fær keyparin við hægsta boðnum í boði at keypa hesa nøgdina til lægsta prís. Tekur keyparin við hægsta boðnum heldur ikki av, fær keyparin við næsthægsta boði møguleikan. Hetta heldur so fram, til einki er eftir. Um so er, at eingin av vinnandi keyparunum vil hava kvotuna, ið eftir er, fer hon á opna uppboðssølu ella í afturlatna uppboðssølu enn einaferð.

Um tveir ella fleiri keyparar hava hægsta og sama boð í prísi, men samanlagt ynski um størri nøgd enn hana, ið verður boðin út, verður útbjóðaða nøgdin boðin keyparunum við hægsta prísi lutfalsliga eftir, hvussu stóra nøgd teir hava bjóða uppá. Um keypari við besta boði ikki tekur av minnu nøgdini, ið honum stendur í boði, so frásigur viðkomandi sær keypið til alla nøgdina, viðkomandi beyð uppá. Hini, við vinnandi boði, fáa tá hesa nøgdina í boði.

Um allir keyparar siga nøgdina frá sær, so fer nøgdin á opna ella afturlatna sølu enn einaferð.

08-08-2017
Send skjalið
 
 
TÍÐINDI
14-09-2017
Triðja afturlatna uppboðssølan
Triðja afturlatna uppboðsølan hevur verið, og var norðhavssild seld fy...
06-09-2017
Kvota í Eysturgrønlandi leys at søkja
Sambært kunngerð nr. 26 frá 28 mars í 2017 grein 3 stk. 9, kann søkjas...
 
Tíðindaakriv
 
Leita