Vørn logo
 Heim
 FVE
 Tíðindi
 Hagtøl
 Søgulig hagtøl
 Myndasavn
 Slóðir
 Veiðiváttan til ES
 Søga
 Leys størv
 Nøgdsemiskanning
 Talgild móttøka
 Veðrið
 Oyðubløð
 Vegleiðingar
 Fráboðan
 Eygleiðara
 Uppboðssøla 2018

Oyðubløð

Treytir fyri uppboðssølu í 2018

sambært kunngerð nr. 32 frá 17. apríl 2018, um at bjóða út rættindi til at veiða svartkjaft, norðhavssild og makrel og botnfisk í Barentshavinum á uppboðssølu í 2018.

 

Almennar reglur galdandi fyri uppboðssølur í 2018

1.     Rættindi at veiða kunnu bjóðast persóni ella felag, sum lýkur treytirnar í § 5, stk. 1 og §§ 6, 7 og 9 í løgtingslógini.

2.     Persónar ella feløg, ið ætla at bjóða upp á rættindi á uppboðssølu, skulu lata skjalprógv inn í seinasta lagi 3 vikur, áðrenn uppboðssøla verður hildin ella boð skulu latast inn. Vørn tekur avgerð um góðkenning.

3.     Trygd fyri peninginum. Keypari skal stilla nøktandi trygd fyri, at keypspeningur og uppboðssølugjald verða goldin sbrt. gjaldstreytunum (hesar eru útgreinaðar niðanfyri).

 

Opin uppboðssøla

1.     Vørn hevur gjørt avtalu við Fiskamarknaður Føroya um at halda opna uppboðssølu.

2.     Persónar ella feløg, ið ætla at bjóða á opnari uppboðssølu, verða biðin um at venda sær til Fiskamarknaða Føroya.

Afturlatin uppboðssøla

1.     Persónar ella feløg, ið ætla at bjóða á uppboðssølu, skulu brúka oyðublað, sum er gjørt til endamálið. Oyðublaðið er tøkt á heimasíðuni hjá Vørn, www.vorn.fo.

2.     Boðið skal sendast til Vørn í afturlatnum brævbjálva innan ásettu freist. Brævbjálvin skal merkjast “Uppboðssøla av (heiti á fiskaslag) 2018”.

3.     Adressan hjá Vørn er: Vørn, Yviri við Strond 3, Postrúm 1238, 110 Tórshavn.

4.     Boðið skal tilskila, hvønn prís tann, ið bjóðar, er sinnaður at gjalda, og hvussu stóra nøgd viðkomandi ynskir at keypa. Boðið kann bert fevna um ein ávísan prís  og eina ávísa nøgd. Í boðnum skal prísurin ásetast sum prísur pr. kilo. Nøgdin skal ásetast í kilo.

5.     Tann, ið letur boð inn, kann ikki geva boð fyri hægri upphædd enn hana, trygdin fevnir um.

6.     Hvør persónur ella felag kann lata inn 5 boð fyri hvørja seriu.

7.     Tann, ið letur boð inn, skal tilskila navn og telefonnummar á umboðsfólki á uppboðssøluni.

8.     Í avgreiðsluni verða innkomin boð raðfest við hægsta eindarprísi fremst – tað merkir hægsta prísi fyri kilo í krónum og oyrum – og síðani lækkandi, til boð er komið uppá alla nøgdina, ið er boðin út. Boðið, sum hevði lægsta eindarprísin av teimum boðum, sum koma upp í part, ásetur eindarprísin, ið øll skulu rinda.

9.     Keypari kann fáa minni nøgd í boði, enn hana viðkomandi bjóðar uppá. Í teimum førum kann keyparin velja at siga boðið frá sær og lata nøgdina inn aftur.

10.  Landstýrismaðurin kann áseta minstaprís, áðrenn boðini verða latin upp.

11.  Endaliga avgreiðslan kann verða vrakað, um illgruni er um marknaðarbrek. Um hetta hendir, verða øll, ið hava latið boð inn, kunnað.

12.  Verður avgreiðslan vrakað, verður farið fram av nýggjum eftir kunngerðini.

13.  Boðini verða latin upp og sølan avgreidd handan afturlatnar dyr.

14.  Upplýsingar um søluna verða almannakunngjørdar, tá sølan er liðug. Upplýsingarnar fevna um upphæddir á vinnandi boðunum og navnið á teimum, ið hava vunnið uppboðssøluna.

 

Gjaldstreytir

Uppboðssølugjaldið á opnu uppboðssøluni skal gjaldast sambært treytum hjá Fiskamarknaða Føroyar.

Uppboðssølugjaldið á afturlatnu uppboðssøluni er 10.000 kr. fyri hvørja seriu. Gjaldið verður býtt á vinnandi boðini eftir nøgd og fellur til gjaldingar, tá avgerð er tikin um, hvør ella hvørji vinna boðið.

Vørn sendir persóni ella felag, sum á uppboði hevur keypt rættindi at veiða 2018, rokning fyri gjaldið fyri rættindini. Rokning verður send, tá uppboðssølan er hildin. Upphæddin fellur til gjaldingar 31. desember 2018. Gjaldast skal, hóast ikki verður avreitt.

Fyri 3 og 8 ára rættindi sendir Vørn rokning fyri gjald fyri hvørt ár aftaná 2018, tá árið er lokið, fyri tey í árinum tillutaðu rættindi. Rokning verður send til persón ella felag, sum eigur rættindini 1. januar í tí ári, rokning verður send fyri.

Trygd

Trygd fyri uppboðssølugjald á opnu uppboðssøluni skal latast Fiskamarknaða Føroyar sambært teirra treytum.

Trygd fyri uppboðssølugjald á afturlatnu uppboðssøluni skal latast Vørn.

Trygd fyri at gjaldið fyri rættindi at veiða keypt á bæði opnu og afturlatnu uppboðssøluni skal latast Vørn.

Trygd skal vera sett í seinasta lagi samstundis, sum boð verður latið og skal vera galdandi, til rindað er.

Bert boð, sum hava bankatrygd fyri rindan, verða góðtikin. Sami keypari kann velja at samanseta trygdina sum vanliga bankatrygd ella kontant gjald.

1.     Bankatrygdin skal stillast sum ótíðaravmarkað sjálvsskuldarborgan ella sum onnur bankatrygd, ið kann metast at verða eins nøktandi.

2.     Verður goldið frammanundan, skal upphæddin vera á konto hjá Vørn á

6460 – 182.705.9, tá uppboðssølan byrjar.

Tá sølan er liðug, verður gjørt upp og avroknað.

 

Góðkenning frá Vørn

Feløg og persónar, ið ætla at bjóða uppá rættindi á uppboðssølu skulu vera góðkend av Vørn framman undan ætlaðum keypi og skulu lata skjalprógv inn í seinasta lagi 3 vikur, innan uppboðssøla verður hildin, ella boð skulu latast inn.

Skjalprógvast skal, at feløg ella persónar lúka treytirnar í § 5, stk. 1, og §§ 6, 7 og 9 í lógini um fyrisiting av sjófeingi. Um felagið ikki áður er góðkent av Vørn, skulu fylgjandi skjøl latast Vørn 3 vikur innan uppboðssøluna:

1.     Stovningarsamtykt

2.     Viðtøkur fyri felagið

3.     Starvsreglugerð fyri nevndina

4.     Prógv fyri innføring í yvirlit yvir partaeigarar

5.     Partaeigarayvirlit

6.     Tekningarúrskrift frá Skráseting Føroya

7.     Endaliga keypssáttmála

8.     Møguligan partaeigarasáttmála

9.     Onnur skjøl, sum hava týdning fyri ognarviðurskifitni og avgerðarrættin í felagnum, herundir lániavtalur

10.  Roknskaparupplýsingar

11.  Váttan um bústað í Føroyum

12.  Váttan um fulla skattskyldu í Føroyum

13.  Váttan um, at ongar aðrar avtalur viðvíkjandi eigara- og avgerðarviðurskiftunum enn tær, sum Vørn hevur fingið innlit í, eru gjørdar í hesum sambandi. Váttan skal fyriliggja frá nevndarlimum, stjórn og løggildum grannskoðara.

Útskriva skjalið
 
TÍÐINDI
02-05-2018
Onnur opna uppboðssøla er nú liðug.
Fiskamarknaður Føroya seldi í dag 1 ára rættindi at veiða tilsamans 25...
26-04-2018
Fyrsta opna uppboðssølan er nú liðug
Fiskamarknaður Føroya seldi í dag 1 ára rættindi at veiða tilsamans 25...
 
Tíðindaakriv
 
Leita