22.06.2022 kl. 12.59
Skriva út
Hilmar 35 ára starvsdag
Tann 21. juni hevði Hilmar Johannessen 35 ára starvsdag. Hann byrjaði hjá Vaktar-og Bjargingartænastuni 21. juni 1987. Fyrsta mynstringin var við Tjaldrinum og har sigldi hann í nógv ár. Seinastu árini hevur Hilmar starvast hjá Vørn MRCC.
Dagurin varð hildin í hugnaliga heiminum hjá Katrin og Hilmari í Søldafirði. Vørn ynskir Hilmari tillukku við degnum.