Veðurstovan sett 3 nýggj starvsfólk
Veðurstovan hevur júst sett 3 fólk í starv, sambært lýsingum, ið vóru sendar út í mai.
Talan er um hesi fólk, ið byrja eftir summarfrítíðina:
Rúnar Alix Rasmussen er settur í hálvtíðarstarv sum “royndur veðurfrøðingur”. Alix hevur hollar royndir, sum veðurfrøðingur og granskari hjá DMI gjøgnum mong ár. Alix fer umframt vanliga arbeiðið á Veðurstovuni, at menna og skjalfesta mannagongdir, góðskutryggja veitanir og hava ábyrgd av upplæring av veðurfrøðingum.
Hanus Kjølbro er settur í starvið sum “veðurvakt og mennari”. Hanus er kendur sum veðurmiðlari, høvundur av føroyskum tilfari í veðurfrálæru, umframt sum sjómanskúlalærari á Sjónámi gjøgnum nógv ár. Hanus fer umframt veðurtænastu at menna samstarvið við KVF, standa fyri veðurfrálæru og fyri innsavnan og skjalfestan av lokalum veðri kring alt landið.
Djóni Strømsten er settur í starvið sum “KT-mennari”. Djóni er útbúgvin KT-verkfrøðingur frá Setrinum og hevur hollar royndir frá KT-vinnuni í Føroyum og í Danmark. Djóni fer undir menning og víðarimenning av nógvu ymisku talgildu tænastunum, sum Veðurstovan rekur ella miðar móti at seta í verk skjótast til ber.
Á Veðurstovuni, sum er deild undir Vørn, eru settir tveir veðurfrøðingar og ein deildarleiðari, umframt tímaløntir ráðgevarar og hjálparfólk. Veðurstovan miðar móti at yvirtaka og menna allar veðurtænastur fyri Føroyar. Men í fyrstu syftu verður miða móti yvirtiknu økjunum, t.v.s. veðrið á landi og sjógvi, umframt mátingar. Ilt er at meta nær hetta arbeiðið er komið undir land, men við nýggju starvsfólkunum kemur nú veruliga gongd á hetta arbeiði.