Skriva út

Mayday


Kemur tú í ta støðu á sjónum, at tú metir at hjálp er neyðug beinan vegin, skalt tú senda neyðarkall og neyðarboð. Legg til merkis, at hetta gerst tú best yvir eitt radiotól, t.d. ein VHF. Tá hava fleiri møguleika at hoyra tíni neyðarboð, enn um tú gerst tað við eini fartelefon. Tá er tað bert tann eini, ið hoyrir boðini.

Dømi um neyðarkall og neyðarboð:

Set VHF-in á kanal 16

Neyðarkall:

MAYDAY – MAYDAY – MAYDAY

her er

RÓKUR – RÓKUR – RÓKUR

Neyðarboð:

MAYDAY – RÓKUR / XPA1234

6 fjórðingar vestur úr Tindhólmi

ásigldur av fremmandum skipi

álvarligur leki

5 mans umborð

fara í bátarnar 

Slepp sendifjøðrini og bíða (um stundir eru til tess) eftir svari frá radiostøðini (Tórshavnradio), ella øðrum nærliggjandi skipi. Kemur einki svar heilt skjótt, skal neyðarkallið og neyðboðini endurtakast.

Tað er altíð ein fyrimunur, um fleiri enn ein umborð vita, hvussu radio skal handfarast.