Skriva út

Vegleiðing: Uppkall og átrokandi boð


Tað er sera umráðandi, tá bátar og skip kalla Tórshavnradio, at uppkallið verður enda við at siga hvar viðkomandi kallar.
Tórshavnradio lurtar bæði á neyðrásum og arbeiðsrásum. Kallar ein bátur t.d. á neyðrás 16, so er ikki altíð so lætt at staðfesta beinan vegin, hvørja støð Tórshavnradio skal velja, fyri at fáa gott samband.

Verður kallið gjørt á eini arbeiðsrás, so lættir tað nógv um, um viðkomandi ið kallar, endar uppkallið við at siga hvørji rás hann kallar á. (T.d. : Tórshavnradio – Báran kallar – rás 26). Tórshavnradio lurtar á átta rás-16/arbeiðsrásir kring landið.

Nakað annað, ið vit fleiri ferðir hava upplivað er, at bátar hava átrokandi boð, men hveppa seg við at nýta orðið “Mayday”, ella á annan hátt gera vart við, at støðan er hættislig. Slíkar støður skulu avgreiðast fram um alt annað, og tí er umráðandi at viðkomandi ið kallar, ger vart við hetta beinanvegin. Sum dømi kann nevnast, at bátur hevur kallað, og er biðin um at fara á eina arbeiðsrás at bíða við tí operatørurin á Tórshavnradio var upptikin av øðrum báti. Tá hann so setti seg í samband við viðkomandi, tá var støðan rættuliga hættislig. Slíkt eigur ikki at koma fyri. Tí sum sagt, skip og bátar í neyð- ella átrokandi støðum, verða avgreidd fram um alt annað !