Skriva út

SAR-handbók Føroyar 

Føroya Landsstýri yvirtók SAR-uppgávurnar frá Danmark og stovnaði MRCC Tórshavn í 2002. Fyrsta SAR-bókin fyri Føroyar var gjørd av Fiskimálaráðnum og MRCC Tórshavn í 2003. Tórshavnradio og MRCC Tórshavn vóru samanlagdir til ein stovn í 2004.

SAR bókin fyri Føroyar er grundað á altjóða reglugerðir og vegleiðingar, og hevur fyrst og fremst til endamáls at lýsa virksemi hjá MRCC/TR, men eisini at gagnnýta verandi kapasitet best møguligt, fyri at hjálpa neyðstøddum innan ábyrgdarøkið hjá MRCC Tórshavn og Tórshavnradio.

At byrja við var MRCC/TR undir táverandi Vaktar- og Bjargingartænastuni. Síðani var MRCC/TR eina tíð lagt undir Tilbúgvingarstovn Føroya, men frá 2012 er MRCC/TR ein  stovnur undir Vørn saman við Fiskiveiðieftirlitinum og Veðurstøðini. Hesir tríggir stovnar hoyra undir Fiskimálaráðið.

Fyrsta SAR-bókin var skrivað í 2003. Ein útgáva kom í 2012. SAR bókin er nú aftur dagførd og er á enskum máli, fyri at stovnar, skip og fyritøkur, sum virka í tí føroyska sjóøkinum kenna grundarlagið fyri virkisøkinum hjá MRCC/TR.

SAR-bókin er løgd út á heimasíðuna hjá MRCC/TR til kunningar fyri øllum áhugaðum.

Meira kan lesast her: SAR hondbók 2024