Skriva út

Vegleiðing um trygd til smábátar

Annex 

Vegleiðing til bátar sum sigla ímillum lond, og ikki eru undir
eftirliti av nøkrum myndugleika.

I Endamál

Endamálið við hesum skrivi er at veita nakrar aðalreglur um trygd til bátar, sum ikki eru undir myndugleikaeftirliti og ætla sær at sigla millum lond. Hetta fyri at minka um teir vandar sum kunnu elva til lívlát ella skaða á manning og møgulig bjargingarfólk, og fyri at sleppa undan longum og kostnaðarmiklum bjargingar- átøkum. Harafturat sigla hesi før mangan har nógv skipaferðsla er, og eru til ampa fyri ferðsluna í hesum økjum.

II Aðalreglur um trygd

1. Báturin
1.1 Báturin eigur at verða soleiðis bygdur, at ráðiligt er at fara undir ætlaða túrin; at hann flýtur nóg væl, hevur góðan stabilitet, og er væl merktur í erva, so hann sæst væl.
2. Proviantur (vistir) og trygdarútgerð at hava umborð
2.1 Góðkendan bjargingarbát/bátar.
2.2 Nóg mikið av góðkendum bjargingarvestum til øll umborð.
2.3 Elektroniska skipan til at finna knattstøðuna (positión).
2.4 Neyðfýrverk, hándbluss, og annað til at geva tekin við.
2.5 Góðkent radaraendurskin (Reflektor)
2.6 Nóg mikið av mati, vatni og brennievni til túrin, um neyðugt. (Tól at gera vatn við í neyðstøðu kann vera hent at hava umborð)
2.7 Nóg mikið av læknaútgerð.

3 Radiosamskifti

3.1 Báturin eigur at hava nóg mikið av samskiftistólum og tól til neyðsamskifti, sum kravt í GMDSS-skipanini, eitt nú:
.1.1 Tvær ymiskar skipanir at senda neyðarkall við, t.d. langtrøkkandi útgerð ( Radio ella fylgisvein) og ein rætt skrásettan EPIRB til fylgisvein, og
.1.2 leys radiotól sum arbeiða á stuttbylgjufrekvensum hjá flogførum og skipum.

4 Siglingarætlan

4.1 Skiparin á bátinum skal áðrenn fráferð gera eina siglingarætlan og handa ætlanina til eitt ábyrgdarfólk á landi, saman við upplýsingum um bátin. Í flestu førum tekur hetta ábyrgdarfólk sær av vanliga samskiftinum við bátin á ferðini. Um so er at ivi stingur seg upp, um alt er í lagi umborð, so skal hesin boða MRCC-støðini í økinum frá. Skiparin skal handa myndugleikunum sína siglingarætlan undan fráferð, um so er at myndugleikin krevur hetta.

5 Útgerð til manningina

Egnaði klæði, væl og virðiliga merkt, og útgerð at lívbjarga sær við á ferðini, skal vera umborð.

6 Venjingar

6.1 Øll manningin skal á nøktandi hátt hava framt viðkomandi:
.1.1 Venjingar til ætlaðu ferðina, t.d. innan siglingarlæru og samskifti og hava kravd prógv um neyðugt.
.1.2 Trygdarskeið.
.1.3 Skeið í fyrstuhjálp.

III Vegleiðing til myndugleikarnar

7.1 Ein myndugleiki, sum gerst varugur við, at ein bátur, sum ikki eru undir eftirliti av nøkrum myndugleika, og ætlar sær at sigla ímillum lond, men ikki lýkur hesar aðalreglur, skal gera sítt til at báturin ikki fer avstað.
7.2 Um báturin fer kortini, so skal myndugleikin tryggja sær at MRCC-støðin, sum hevur ábyrgdina av bjarging í økinum har báturin siglir, fær fráboðan um ferðina.

IV Neyvari upplýsingar

8.1 Neyvari upplýsingar fáast frá:
.1.1 ISAF Offshore Special Regulations – www.sailing.org
.1.2 International Ocean Rowing Society – www.oceanrowing.com/index.htm