Skriva út

Við heimild í Løgtingslóg nr. 152 frá 23. desember 2019, § 59, ásetir Fiskiveiðieftirlitið bráðfeingis veiðibann fyri fiskisakapi við smámeskaðum uppsjóvartroli eystanfyri Føroyar, á hesi leið.

  1. 6127N – 0427W
  2. 6121N – 0427W
  3. 6115N – 0436W
  4. 6115N – 0500W
  5. 6127N – 0445W
  6. 6127N - 0427W

Veiðibannið er galdandi frá í dag, hin 17. november 2020 klokkan 23:00 til 1. desember 2020 klokkan 23:00.