Skriva út

Hagtøl

Fiskiveiðieftirlitið ger yvirlit yvir veiðihagtøl. Hagtølini eru deild upp í fylgjandi høvuðsbólkar:

Fiskidagar:
Yvirlit yvir tillutaðar fiskidagar deilt upp í skipabólkar og fiskiár. Her kanst tú m.a. síggja, hvussu nógvar fiskidagar eitt ávíst fiskifar í fiskidagaskipanini hevur fingið tillutað, og hvussu nógvar fiskidagar tað hevur brúkt. Hesi tøl verða dagførd dagliga.

Ísland:
Yvirlit yvir tey fiskifør, sum hava íslandsloyvi deilt upp í línuloyvi og snelluloyvi. Her kanst tú m.a. síggja kvotur hjá teimum einkultu fiskiførunum, og hvussu nógv er keypt, selt ella veitt.

Útlendsk veiða:
Yvirlit yvir útlendska veiðu í føroyskum sjógvi frá 2005 til í dag.

Statlant:
Statlant er eitt standard system til innsavnan av veiðihagtølum útviklað í samstarvi millum FAO, ICES og NAFO. Tølini verða m.a. nýtt til ICES-tilmæli.
Føroyar nýta trý ymisk skjøl til hetta:
27A vísur árligu veiðu í NEAFC-øki, t.d. Svalbard og Barentshavið.
21A vísur árligu veiðu í NAFO-øki, t.d. Flemish Kap.
21B vísur veiðu í NAFO-øki deilt upp í mðr, ár og dagar.


Veiða sambært fráboðan:
Hesi tøl eru grundað á fráboðanir frá fiskiførum deilt upp í tíðarskeið, sjóøki og fiskaslag.

Veiða sambært vektarseðil:
Hesi tøl eru grundað á vektarseðlar frá innvigingarskipanum deilt upp í vektarseðil tíðarskeið, skipabólk og fiskaslag.

Veiða sambært avreiðingarseðil:

Hesi tøl eru grundað á avreiðingarseðlar. Her ber til at síggja nøgd og avreiðingarseðil søluvirði fyri veiðu. Her kann tað ganga nakrir dagar millum dagføringarnar, av tí at avreiðingarseðlarnir ikki altíð eru tøkir beint eftir avreiðing.