Skriva út

Innvigingarskipanir

Sambært kunngerð nr. 67 frá 2012, um landingar og avreiðingar av fiski og fiskavørum, skulu tey sum taka ímóti fiski og fiskavøru í Føroyum hava eina innvigingarskipan, sum er góðkend av Fiskiveiðieftirlitinum. Sbrt. § 3, stk. 2 í hesi kunngerð skal innvigingarskipanin í minsta lagi innihalda eina vekt, sum er góðkend av Arbeiðseftirlitinum og 2 ábyrgdarfólkum.

Fyri at kunna hava eitt nøktandi eftirlit við tí fiski, sum verður landaður í Føroyum, hevur Fiskiveiðieftirlitið mett tað vera neyðugt at áseta nøkur nýggj krøv.

Frá 1. august 2021 skulu innvigingarskipanir tískil eisini lúka hesi krøv:

  1. Innvigingarskipanin skal hava ein “log”, so til ber at goyma upplýsingar um landingina í minsta lagi í 1 ár. Fiskiveiðieftirlitið skal ómakaleyst kunna fáa atgongd til upplýsingarnar.
  2. Vektin skal í minsta lagi kunna viga upp til 150 kg.
  3. Vektin skal altíð nýtast sama stað. Góðkenningar verða sostatt einans givnar til eitt ávíst og avmarkað øki.

Innvigingarskipanir, sum í dag hava eina góðkenning av Fiskiveiðieftirlitinum, kunnu halda fram uttan at lúka hesi krøv. Tá góðkenningin skal endurnýggjast er tó neyðugt, at innvigingarskipanin lýkur nýggju treytirnar.