Skriva út

Fiskiloyvi skal avgreiðast umvegis heimasíðuna, og addressan er:  www.TORVAN.fo

Vørn avgreiðir nógv fiskiloyvi hvønn dag. Tað er ójavnt, hvussu nógv orka krevst at avgreiða hesi. Í flestu førum eru viðurskiftini greið, men so eru eisini dømi um, at upplýsingar resta í. Tá kann viðgerðin gerast drúgvari og avgreiðslan ganga seinni enn ætlað.

Tí skulu vit boða frá, at umsóknir um fiskiloyvi skulu verða Vørn í hendi, í seinasta lagi hósdag á middegi, um ætlanin er at fáa loyvi útskrivað áðrenn vikuskiftið.

Hetta er galdandi fyri avgreiðslu av øllum fiskiloyvum.