Um miðnáttarleitið leygarkvøldið boðaði skiparin á Fuglbergi frá, at teir høvdu tekninskar trupulleikar sum gjørdu at teir ikki fingu siglt sjálvir, og tískil tørvaðu sleip til lands. Fuglberg var tá staddur á Fugloyarbankanum á upsaveiðu.

Brimil kom til Fuglberg tíðliga sunnumorgunin og sleipaði hann á Klaksvík, har skipini komu seinnapart sunnudag.

Myndirnar hevur Bjartur Tórhallson tikið