Seinnapartin í gjár, 15/9, boðaði skiparin á Sandshavinum frá at teir høvdu maskintrupulleikar og teimum tørvaðu sleip. Sandshavið var statt á Føroya Banka á línuveiðu.

Brimil kom til Sandshavið um miðnáttarleitið og byrjaði at sleipa ímóti Tórshavn.

Í dag kl. 11:30 komu skipini á Havnina.