Mánakvøldið 04.10.21 kl. 19:50 boðaði skiparin á djúpvatnstrolaranum Steintór frá, at teir høvdu fingið um skrúvuna, og teimum tørvaðu sleip. Steintór var tá staddur 40 fjórðingar vestur úr Mykinesi. Brimil var staddur eystanfyri Føroyar og hevði umleið 130 fjórðingar at sigla til Steintór.

Týsmorgun 05.10.21 kl. 07:05 varð byrjað at sleipa ímóti Tórshavn, har kavarar av Brimli loystu trupulleikan.

Steintór fór aftur til fiskiskap seint týskvøldið.

Myndirnar hevur Bjartur Tórhalsson tikið