Seinnapartin hósdagin 3. feb, fekk Brimil boð um at Túgvusteinur hevði fingið um skrúvuna, og teimum tørvaðu sleip. Túgvusteinur var tá staddur norður av Føroya Banka.

Brimil setti kós ímóti Túgvusteini, og var frammi kl. 01:00 4. feb. Veðrið á leiðini var vánaligt, 25 m/s og ein alduhædd á 7-8m.

Túgvusteinur varð sleipaður á Tórshavn, har kavarar av Brimli skóru av skrúvuni.

Myndirnar hevur Bjartur Tórhalson tikið