19.02.2020 kl. 07.56
Skriva út

1. stýrimaður til Vørn

Tvey størv sum 1. stýrimaður við skipunum hjá Vørn, verða hervið lýst leys til setan skjótast gjørligt.

Starvið fevnir m. a. um hesar uppgávur:

  • Ganga vakt eftir vaktarskipan, sum skiparin fyriskipar.
  • Luttaka í dagliga arbeiðinum.
  • Arbeiðsuppgávur sambært starvslýsing í Góðsku- og trygdarhondbókini.
  • Annað fyrifallandi arbeiði

Førleikakrøv:

  • Útbúgving sum skipsførari.
  • Vinnubræv sum stýrimaður við handilsskipum á 3. stigi (STCW-regl. II/1 as Watchkeeping Officer).
  • Heilsuváttan fyri sjófólk.
  • Trygdarskeið fyri sjófólk.
  • Góðan førleika at samskifta á føroyskum, norðurlenskum og enskum máli.
  • Stórur dentur verður lagdur á góð samstarvsevni og hegni at fyriskipa.
  • Øll viðkomandi skeið. Fyrimunur við gildugum prógvum.
  • Aldur og heilsu at gerast vinnukavari. Fyrimunir, men ikki krav.

Setanartreytir:

Lønar og setanartreytir sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Skipara- og Navigatørfelag um skiparar og stýrimenn á vaktar- og bjargingarskipum landsins. Starvið er lønt í 30. lønarflokki eftir lønartalvuni hjá Tænastumannafelaginum. Setanarøkið fevnir um Fiskimálaráðið og deildir/stovnar undir tí, umframt hini aðalráðini og Løgmansskrivstovuna.

Tænastustaðurin í løtuni er Vørn.

Starvsheiti er 1. stýrimaður.

Tann, ið sett/ur verður má tola broytingar í starvinum og at øki verður umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.

Áðrenn setan verður almenn revsiváttan umbiðin.

Umsóknir:

Umsókn við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum, skal vera Fiskiveiðieftirlitinum í hendi, í seinasta lagi 04. mars 2020 kl. 12.00.

Umsóknirnar skulu sendast til:

VØRN, postsmoga 1238, 110 Tórshavn. Ella sum teldupost til: journal@vorn.fo

(øll viðheft skjøl skulu vera í pdf-formati)

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Fiskiveiðieftirlitið tlf. 31 10 65 og tosa við Jóannes Heimustovu, samskipara.