16.09.2021 kl. 11.19
Skriva út

2. meistari til Vørn

Eitt starv sum 2. maskinmeistari við skipunum hjá Vørn verður hervið lýst leyst.

Starvið fevnir m.a. um hesar uppgávur:

  • Vaktgangandi maskinmaður sambært ásetingunum frá maskinstjóra
  • Luttaka í dagliga arbeiðinum í maskinrúminum, og rúmum sum beinleiðis hava samband við maskinrúm, umframt rúm har maskinútbúnaður er
  • Fremja viðlíkahaldið sambært viðlíkahaldsskipan
  • Annað fyrifallandi viðlíkahaldsarbeiði

Førleikakrøv:

  • Vinnubræv sum “skipsmaskinmeistari á 2. stigi” ella maskinmeistari við 3 ára útbúgving og vinnubræv sum “vakthavandi maskinyvirmaður”
  • Heilsuváttan og trygdarskeið fyri sjómenn
  • Góðan førleika at samskifta á føroyskum, norðurlendskum og enskum máli
  • Góðan førleika at arbeiða sjálvstøðugt
  • Góð samstarvsevni
  • Aldur og heilsu til at gerast vinnukavari. Fyrimunur, men ikki krav

Setanartreytir:

Lønar- og setanartreytir sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Maskinmeistarafelagið fyri maskinmeistarar/motorpassarar á vaktarskipum. Starvið er tænastumannastarv og lønt í 30. lønarflokki eftir lønartalvuni hjá Tænastumannafelaginum. Setanarøkið fevnir um Fiskimálaráðið og deildir/stovnar undir tí, umframt hini aðalráðini og Løgmansskrivstovuna.

Tænastustaðurin í løtuni er Vørn.

Starvsheitið er 2. maskinmeistari.

Tann, ið settur verður má kunna tola broytingar í starvinum, og at økið verður umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.

Umsókn:

Skrivlig umsókn við CV, avritum av prógvum og møguligum viðmælum skulu vera Vørn í hendi í seinasta lagi  18. oktober 2021 kl. 12.00.

Miða verður eftir at seta starvið til 19. november 2021.

Umsókn skal sendast til :

Vørn, postsmoga 1238, 110 Tórshavn, ella teldupost til: vorn@vorn.fo

(øll viðheft skjøl skulu vera í pdf-formati)

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Vørn tlf. 31 10 65 og tosa við Jóannes Heimustovu, samskipara. Henda lýsing er eisini á heimasíðuni  www.vorn.fo