21.08.2019 kl. 15.26
Skriva út

2. meistari til Vørn

Eitt starv sum 2. meistari við skipunum hjá Vørn verður hervið lýst leyst.

Starvið fevnir m. a. um hesar uppgávur:

  • Vaktgangandi maskinmaður sambært ásetingunum frá maskinstjóra.
  • Luttaka í dagliga arbeiðinum í maskinrúminum, og rúmum sum beinleiðis hava samband við maskinrúm, umframt rúm har maskinútbúnaður er.
  • Fremja viðlíkahaldið sambært viðlíkahaldsskipan.
  • Annað fyrifallandi viðlíkahaldsarbeiði. 

Førleikakrøv:

  • Vinnubræv sum “skipsmaskinmeistari á 2. stigi” ella maskinmeistari við 3 ára útbúgving og vinnubræv sum “vakthavandi maskinyvirmaður”.
  • Heilsuváttan og trygdarskeið fyri sjómenn.
  • Góðan førleika at samskifta á føroyskum, norðurlendskum og enskum máli.
  • Góðan førleika at arbeiða sjálvstøðugt.
  • Góð samstarvsevni.
  • Aldur og heilsu til at gerast vinnukavari. Fyrimunur men ikki krav.

Setanartreytir:

Lønar- og setanartreytir sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Maskinmeistarafelagið fyri maskinmeistarar/motorpassarar á vaktarskipum. Starvið er tænastumannastarv og lønt í 30. lønarflokki eftir lønartalvuni hjá Tænastumanna-felaginum. Setanarøkið fevnir um Fiskimálaráðið og deildir/stovnar undir tí umframt hini aðalráðini og Løgmansskrivstovuna.

Tænastustaðurin í løtuni er Vørn.

Starvsheitið er 2.meistari.

Tann ið settur verður, má kunna tola broytingar í starvinum, og at økið verður umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.

Umsókn:

Skrivlig umsókn við CV, avritum av prógvum og møguligum viðmælum  skulu vera Vørn í hendi í seinasta lagi  05. september 2019 kl. 14.00.

Starvið verður sett sum skjótast.

Umsókn skal sendast til :

Vørn, postsmoga 1238, 110 Tórshavn, ella teldupost til: journal@vorn.fo

(øll viðheft skjøl skulu vera í pdf-formati)

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Vørn tlf. 31 10 65 og tosa við Jóannes Heimustovu, samskipara.