15.06.2019 kl. 12.12
Skriva út

3 mans við kajakk bjargaðir við Tindhólm.

MRCC fekk boð frá Politinum kl. 1055, at teir høvdu telefonsamband við ein norðmann, sum sjálvur triði var farin við kajakk út móti Tindhólmi. Norðmaðurin og hansara felagar vóru komnir í neyð av harða streyminum, og onkur teirra var koppaður og teir høvdu brúk fyri hjálp.

MRCC sendi Tyrluna, Jósup og Sverra á staðið. Tað var so heppið, at tyrlan vandi við fullari manning í Miðvági og var í luftini, tá tað hendi. Tí var hon á staðnum bert 7. min. eftir at MRCC fekk boðini. Jósup var á veg til Mykinesar við ferðafólkið, og Sverri lá standby á Miðvági. Tyrlan var sum áður nevnt á staðnum 7. min. eftir at MRCC fekk boðini, Jósup var á staðnum 20. min. seinri, og Sverri kom nakrar minuttir seinri.

Tá tyrlan kom á staðið, var ein maður á sjónum, og tveir mans vóru komnir upp á land á Tindhólmi. Tyrlan tók mannin á sjónum upp. Jósup lá hjá báðum monnunum á Tindhólmi, til Sverri kom og bjargaði teimum umborð.

Allir menninir hava tað gott eftir umstøðunum.