29.12.2025 kl. 12.00
Skriva út
Avgreiðsla av fiskiloyvum um ársskifti 2025/2026
Vørn fær nógvar umsóknir um fiskiloyvi í løtuni, men av tí at allar kunngerðir enn ikki eru lýstar, raðfestir Vørn tey fiskiloyvi, sum kunnu væntast at skula nýtast frá 1. januar 2026.
Vørn skal tí heita á borgarar um at vísa tolsemi.