25.08.2026 kl. 12.00
Skriva út
Avgreiðslan flutt aftur
Avgreiðslan hjá Vørn verður frá 26. august 2026 aftur at finna í høvuðsbygninginum Yviri við Strond 3.
Avgreiðslan hevur síðan páskir í 2025 sitið á MRCC vegna umvæling Yviri við Strond. Nú er arbeiðið um at vera liðugt, og avgreiðslan kann aftur húsast á sínum vanligum stað.
Upplatingartíðir eru
Mánadag til hósdag kl. 9-15
Fríggjadag kl. 9-14