18.08.2022 kl. 14.30
Skriva út

Báðir menninir bjargaðir úr gummibátinum

Tíðindaskriv nr 2 frá MRCC

Báðir menninir bjargaðir úr gummibátinum

Stutt fyri kl 15.00 føroyska tíð fekk MRCC at vita, at báðir menninir vóru bjargaðir umborð á bulk skipið Nordic Qinngua. Líkindi vóru heldur vánalig við 6 metur høgari aldu og vindi á umleið 17 m/s. Nordic Qinngua er eitt stórt skip, sum er yvir 200 m langt og einar 40 breitt, men skipið fekk so bjargað báðum monnunum, sjálvt um støðan stundum var hættislig. Ein enskur flúgvari var eisini á staðnum fyri at stuðla. Skipið verður væntandi í Rotterdam 22. í hesum.