17.02.2019 kl. 13.44
Skriva út

Bráðfeingis veiðibann fyri trol vestur úr Mykinesi

Við heimild í Løgtingslóg nr. 161 frá 18. desember 2017, § 69, ásetir Fiskiveiðieftirlitið bráðfeingis veiðibann fyri trol vestur úr Mykinesi

1. 6212N – 0834W
2. 6154N – 0834W
3. 6154N – 0848W
4. 6212N – 0848W
5. 6212N – 0834W

Veiðibannið er galdandi frá í dag, hin 17. februar 2019 klokkan 20:00 til 3. mars 2019 klokkan 20:00.