29.04.2022 kl. 21.30
Skriva út

Brimil kemur á Havnina við fólkunum og vrakinum av Anna Bambooe

Í morgun 29.mai Kl. 1130 sá Brimil eina tjúkka royksoylu beint sunnan fyri gráðusonuna millum Bretland og Føroyar.

Brimil setti seg í samband við MRCC fyri at vita um nakað skip var á leiðini har teir sóu roykin. MRCC sá at tveir segl bátar vóru har sum Brimil sá royk.

Brimil setti arbeiðsbátin út og sigldi við nógvari ferð móti roykinum. Eftir 20sm kom arbeiðsbáturin fram á tvíkiljuna Anna Bambooe sum tá var sokkin av eldi og lá í vatnskorpuni.

Tvey fólk vóru við og tey vóru bjarga umborð á tvíkiljuna Paragon sum var í nánd. Bæði fólkini hava tað gott eftir umstøðunum og vóru fingin umborð á Brimil saman við vrakinun.Tey koma á Havnina ímorgin 30.apríl kl. 0800.

Tórshavnar kommuna tekur sær av fólkinum og Tórshavnar Havn og Tórshavnar Sløkkilið taka sær av vrakinum.

Myndir:  Bjartur Tórhalsson