13.11.2019 kl. 14.41
Skriva út

Broyting í býtinum millum bólk 5A og bólk 5B.

Vørn skal boða frá, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur tikið avgerð um at broyta býtið av fiskidøgum millum bólk 5A og bólk 5B.

Broytingin inniber, at bólkur 5A fær tillutað 55% av fiskidøgunum (4.884 fiskidagar), sum bólki 5 er tillutað undir einum sambært løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi, samstundis sum bólkur 5B fær tillutað 45% av fiskidøgunum (3.996 fiskidagar) umframt teir 2.150 fiskidag­ar­nar, ið vórðu lagdir afturat við broytingini av lógini um fyrisiting av sjófeingi í august í ár (tilsamans 6.146 fiskidagar).

Broytingin merkir í stuttum, at 444 dagar verða fluttir úr bólki 5A til bólk 5B, og fráboðanin frá Vørn, um at fiskiskapurin í bólki 5B skal halda uppat tann 13. november 2019, kl. 24, verður hervið ógildað.

Vørn skal vísa á, at ikki er neyðugt at søkja um nýtt fiskiloyvi.