02.08.2019 kl. 21.14
Skriva út

Broyting í fiskidagatalinum hjá bólki 5 B

Løgtingið hevur í dag samtykt broyting í løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi soleiðis, at dagatalið hjá bólki 5 B er hækkað úr 3552 til 5702.

Bólkur 5 B hevur higartil brúkt 3737 dagar. Tískil eru 1965 dagar eftir at brúka.

Bátar í bólki 5 B kunnu fara til fiskiskap aftur, tá lógarbroytingin er lýst. Hetta verður helst fyrst í komandi viku.