19.07.2021 kl. 10.44
Skriva út

Broytt krøv til innvigingarskipanir

Fiskiveiðieftirlitið broytir krøvini til innvigingarskipanir.  

Sambært kunngerð nr. 67 frá 2012, um landingar og avreiðingar av fiski og fiskavørum, skulu tey sum taka ímóti fiski og fiskavøru í Føroyum hava eina innvigingarskipan, sum er góðkend av Fiskiveiðieftirlitinum. Sbrt. § 3, stk. 2 í hesi kunngerð skal innvigingarskipanin í minsta lagi innihalda eina vekt, sum er góðkend av Arbeiðseftirlitinum og 2 ábyrgdarfólkum.

Fyri at kunna hava eitt nøktandi eftirlit við tí fiski, sum verður landaður í Føroyum, hevur Fiskiveiðieftirlitið mett tað vera neyðugt at áseta nøkur nýggj krøv.

Frá 1. august 2021 skulu innvigingarskipanir tískil eisini lúka hesi krøv:

  1. Innvigingarskipanin skal hava ein “log”, so til ber at goyma upplýsingar um landingina í minsta lagi í 1 ár. Fiskiveiðieftirlitið skal ómakaleyst kunna fáa atgongd til upplýsingarnar.
  2. Vektin skal í minsta lagi kunna viga upp til 150 kg.
  3. Vektin skal altíð nýtast sama stað. Góðkenningar verða sostatt einans givnar til eitt ávíst og avmarkað øki.

Innvigingarskipanir, sum í dag hava eina góðkenning av Fiskiveiðieftirlitinum, kunnu halda fram uttan at lúka hesi krøv. Tá góðkenningin skal endurnýggjast er tó neyðugt, at innvigingarskipanin lýkur nýggju treytirnar.