26.11.2022 kl. 12.16
Skriva út

Dagførd skipan til veiðiváttan, vektar- og avreiðingarseðlar

Vørn hevur dagført skipanina til at handfara veiðiváttanir, vektar- og avreiðingarseðlar. Gamla útgávan av skipanini, ccs.vorn.fo, verður niðurløgd í næstum.

Brúkarar rita inn við sama brúkaranavni og loyniorði sum áður. Tað er tó ikki gjørligt at síggja váttanir og seðlar, sum eru gjørdir í gomlu útgávuni.

Framyvir skulu allar váttanir og seðlar skrásetast í dagførdu útgávuni. Til ber at síggja verandi seðlar í gomlu skipanini í eina tíð afturat, men tað verður ikki gjørligt at senda nýggjar seðlar inn til avgreiðslu eftir 31. desember 2022 við gomlu útgávuni.

Í samband við dagføringina hevur skipanin fingið navn. Greipan er navnið, og hon er tøk á:   https://greipan.fo/