02.12.2021 kl. 12.19
Skriva út

Deildarleiðari settur á Veðurstovuni

Bárður A. Niclasen er settur sum deildarleiðari á Veðurstovuni at byrja 1. januar í 2022.

Bárður er 47 ára gamal og er útbúgvin Cand. Scient í jarðalisfrøði og hevur tikið Phd í alduforsøgnum. Hann kemur úr einum starvi sum útbúgvingarleiðari í verkfrøði á Setrinum.

Veðurstovan er skipað sum ein deild undir Vørn. Á Veðurstovuni starvast í løtuni tveir veðurfrøðingar. Ætlandi verða  fleiri starvsfólk sett í næstum, so hvørt sum deildin verður útbygd og fleiri uppgávur og ábyrgdarøki verða yvirtikin frá DMI.