13.09.2021 kl. 11.06
Skriva út

Deildarleiðari til Veðurstovu Føroya

Søkt verður eftir dugnaligum, ágrýtnum og framskygdum deildarleiðara at standa á odda fyri Veðurstovu Føroya.

Ábyrgd og uppgávur

Deildarleiðarin skal, saman við stjóranum á Vørn, mynda stovnin á ein sannførandi hátt og virka fyri at dagføra og menna stovnin, virka fyri góðum og mennandi arbeiðsumhvørvi, umframt at hava leiðsluábyrgd av starvsfólkum og øllum virkseminum á Veðurstovuni.

Høvuðsuppgávur eru m.a.:

  • fyrisita og menna økið
  • samskipa og fremja samstarv innan økið
  • tryggja, at uppgávur verða loystar á einum høgum fakligum stigi og at fremja góðskuskipan viðvíkjandi mátingum og veðurforsøgnum
  • tryggja, at bygnaður/mannagongdir eru í samsvari við nútímans krøv
  • fremja og umsita sáttmálar og samstarvið við útlendskar veðurstovur, WMO og aðrar altjóða og millumtjóða stovnar

Førleikar
Umsøkjarin skal hava viðkomandi útbúgving frá hægri lærustovni (Ph.d, MSc) innan náttúruvísindi, ella líknandi.

Aðrir førleikar sum dentur verður lagdur á:

  • góðan kunnleika til økið, áræði og førleikar innan gransking og modellering
  • førleika til at menna samstarvið við allar viðkomandi partar innan økið, vinnulívið og áhugabólkar
  • góð samstarvsevni og kann arbeiða sjálvstøðugt og miðvíst
  • góð evni at samskifta og orða seg á føroyskum, enskum og norðurlendskum
  • kann umsita og fyriskipa stórar granskingarverkætlanir og gera egnar granskingar

Leiðslu- og fyrisitingarligar royndir frá tí almenna ella privata arbeiðsmarknaðinum, er ein fyrimunur.

Løn og setanartreytir
Setanar- og lønartreytir eru sambært galdandi sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og  avvarðandi yrkisfelag.

Setanarøkið fevnir um Fiskimálaráðið og deildir/stovnar undir tí, umframt hini aðalráðini. Tænastustaðurin er fyribils á  veðurstøðini á Boðanesi, seinni verður starvsstaðurin ætlandi á  flogvøllinum.

Umsóknir

Umsókn saman við avritum av prógvum, CV og viðkomandi skjølum skulu sendast til:

  • Vørn, Yviri við Strond 3, postrúm 1238, 110 Tórshavn
  • ella sum teldupostur til: journal@vorn.fo (viðheftar fílur skulu vera í PDF formati)

og skulu vera Vørn í hendi innan 11. oktober 2021 kl 1200. Starvið verður sett skjótast til ber.

Meira fæst at vita um starvið, við at senda fyrispurning til formannin í Veðurmenningar-bólkinum, Rúnar Alix Rasmussen, teldupostur:  runar.alix.rasmussen@vedur.fo

Um Veðurstovu Føroya: https://www.vorn.fo/kunning/tidindi/vedurstova-foroya-veruleiki/