29.05.2018 kl. 10.43
Skriva út

Dýrindal og Smaragd - trolposan um skrúvurnar

Í gjárkvøldið boðaði trolbáturin Dýrindal frá, at teir høvdu fingið trolposan um skrúvuna.
Brimil fór Dyrindal til hjálpar, og sleipaði trolbátin á Svínoyarvík, har kavarar skóru av skrúvuni.
Um miðnáttina vóru aftur boð eftir Brimli, tá var tað partrolarin Smaragd, ið hevði fingið trolið um skrúvuna.
Um 4 tíðina í nátt kom Brimil til Smaragd, Brimil sleipaði Smaragd á Klaksvík, har kavarar, frá Brimli, í løtuni arbeiða við at skera av skrúvuni.

Myndinar hava Elias Zachariassen og Dávur Joensen tikið