28.09.2020 kl. 07.53
Skriva út

Eivind sleipaður úr íslendskum sjógvi.

Tann 26.09.20 bleiv Brimil biðin um at fara til Íslands til eina hjálparveiting. Eivind hevði fingið maskin trupulleikar í íslendskum sjógvi, har hann hevði roynt við línu.

27.09.20 kl. 07:00 føroyska tíð var Eivind stattur 17 fjórðingar sunnanfyri Høfn í Íslandi, tá ið Brimil kom til hann.

Havbúgvin hevur fingið loyvi at draga línuna upp hjá Eivind.

Brimil verður væntandi í Kollafjørði við Eivind 28.09.20 seint um kvøldi, har hann fer at landa, áðrenn hann skal til skipasmiðuna.

Myndirnar hevur Eliesar Jakobsen tikið