22.04.2020 kl. 10.52
Skriva út

ENDURLÝSING - Ófulltiknir dekkarar til Vørn

Av tí at vit ikki fingu nøktandi tal av umsóknum til hesi størvini, lýsa vit størvini leys av nýggjum.

Tvey størv sum ófulltikin dekkari á skipunum hjá Vørn, verða hervið lýst leys.

Starvstíðin sum ófulltikin dekkari, telur sum starvstíð við handilsskipum.

Ert tú ung/ungur, tó minst 18 ár og hevur hug til arbeiði umborð á skipi, og ætlar tær eina útbúgving sum navigatørur, so er hetta ein góður møguleiki.

Arbeiðið umfatar at ganga vakt og annars at taka lut í vanligum skipsarbeiði.

Førleikakrøv:

  • Skal hava heilsuváttan til sjófólk, ið er uttan avmarkingar, og vera skikkað/skikkaður til kagtænastu.
  • Fyrimunur er við gildugum trygdarskeiðsprógvi.

 Setanin sum ófulltikin dekkari er avmarkað til tvey ár.

Setanartreytir og løn eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið.

Tríggir teir fyrstu mánaðirnir eru royndartíð.

Setanarøkið er Fiskimálaráðið og stovnar undir ráðnum.

Tænastustaðið er í løtuni Vørn.

Áðrenn setan verður almenn revsiváttan umbiðin.

 Umsóknir:

Umsókn við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum, skal vera Vørn í hendi, í seinasta lagi 06. mai 2020 kl. 12.00.

Umsóknirnar skulu sendast til:

VØRN, postsmoga 1238, 110 Tórshavn. Ella sum teldupost til: journal@vorn.fo

(øll viðheft skjøl skulu vera í pdf-formati)

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Vørn tlf. 31 10 65 og tosa við Jóannes Heimustovu. Henda lýsing er eisini á heimasíðuni  www.vorn.fo