05.01.2020 kl. 13.01
Skriva út

Felags atgongdin, at fiska makrel í ES-sjógvi í 2020 er fiskað

Við hesum boðar Vørn frá, at felags atgongdin, at fiska makrel í ES-sjógvi í 2020 er fiskað.

Sambært kunngerð um at skipa fiskiskapin eftir makreli við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2020, var felags atgongdin at fiska makrel í ES-sjógvi 12.806 tons. Hesi tonsini eru nú fiskað og tískil kunnu skip ið høvdu part í felags atgondini, ikki fara til fiskiskap eftir makreli í ES-sjógvi.