03.07.2020 kl. 13.36
Skriva út

Ferðavinnufiskiskapur

 

Tað er nú møguligt at søkja um fiskiloyvi til ferðavinnufiskiskap. Hetta skal gerast á Torvan.fo og kostar 500 kr. Tað er ikki neyðugt at stovna brúkara.

Vørn skal heita á øll, sum sigla við ferðafólki, um at seta seg væl inn í kunngerðina, sum kann lesast her.

Vørn skal samstundis vísa á, at Sjóvinnustýrið hevur reglur viðvíkjandi sigling við ferðafólki. Meira fæst at vita um hetta við at seta seg í samband við Sjóvinnustýrið.