13.11.2019 kl. 11.33
Skriva út

Fiskidagarnir í bólki 5B eru uppi.

Kunnast skal um, at teir 5702 fiskidagarnir, ið eru tillutaðir til fiskifør í bólki 5 B, eru mestsum brúktir. Í gjárkvøldið vóru bert 21 dagar eftir.

Tí boðar Fiskiveiðieftirlitið við hesum  frá, at allur fiskiskapur hjá fiskiførum í bólki 5 B, skal halda uppat, í seinasta lagi í dag hin 13. november 2019 klokkan 24:00.