21.02.2020 kl. 13.04
Skriva út

Fiskimálaráðharrin á vitjan á Vørn

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, vitjaði á Vørn hósdagin 20. februar 2020.

Undir vitjanini heilsaði landsstýrismaðurin uppá stjóran á Vørn, Elmar Højgaard, sum í næstum fer frá vegna aldur, eftir at hava verið í tænastu á stovninum í samfull 44 ár. Fyrst sum stýrimaður og skipari hjá Vaktar- og Bjargingartænastuni, áðrenn hann bleiv stjóri á Fiskiveiðieftirlitinum í 1997, og helt fram sum forstjóri, tá stovnarnir vórðu lagdir saman undir Vørn.