09.07.2025 kl. 12.00
Skriva út

FISKIVINNAN Í FØROYUM – OGNARYVIRLIT OG FISKIRÆTTINDI 2025

Nú eru yvirlitini “Ognaryvirlit” og “Fiskirættindi” tøk fyri 2025.

Endamálið við útgávunum er at tryggja gjøgnumskygni um, hvør eigur fiskiførini í føroyska fiskiflotanum, og hvussu fiskirættindini eru skipað í kunngerð og býtt. Við hesum fáa fólk á einfaldan hátt yvirlit yvir, hvørji samtøk, feløg ella persónar eiga fiskiførini í føroyska fiskiflotanum, og hvussu fiskirættindini eru skipað og býtt.

Útgávan “Ognaryvirlit 2025”  vísir, hvørji samtøk, feløg ella persónar eiga fiskiførini í føroyska fiskiflotanum.

Útgávan “Fiskirættindi 2025” er eitt yvirlit yvir fiskirættindi hjá føroyskum fiskiførum. Yvirlitið er bygt upp í trimum stigum:

1.      Bólkar. Hvussu eru fiskirættindini í kunngerð skipað í bólkar, tað merkir kvotu- og fiskidagabólkar ella annað slag av bólkum.

2.      Feløg. Hvørji feløg hava rætt til fiskirættindi í 2025.

3.      Skip og bátar. At hvørjum fiskiførum hava feløgini knýtt rættindini.

Tað eru Fiskivinnu- & samferðslumálaráðið og Vørn, sum standa fyri útgávunum.

Báðar útgávurnar “Ognaryvirlit 2025” og “Fiskirættindi 2025” eru á heimasíðunum hjá Vørn og Fiskivinnu- & samferðslumálaráðnum.

Heimasíðurnar:

Vørn: www.vorn.fo / SNARLEIÐIR

Fiskivinnu- & samferðslumálaráðið: www.fisk.fo / KUNNING/ Frágreiðingar og álit