FISKIVINNAN Í FØROYUM - OGNARYVIRLIT OG FISKIRÆTTINDI 2026
Nú eru yvirlitini “Ognaryvirlit” og “Fiskirættindi” tøk fyri 2026.
Endamálið við útgávunum er at tryggja gjøgnumskygni um, hvør eigur fiskiførini í føroyska fiskiflotanum, og hvussu rættindini eru skipað í kunngerð og býtt. Við hesum fáa fólk á einfaldan hátt yvirlit yvir, hvørji samtøk, feløg ella persónar eiga fiskiførini í føroyska fiskiflotanum, og hvussu fiskirættindini eru skipað og býtt.
Útgávan “Ognaryvirlit 2026” vísir, hvørji samtøk, feløg ella persónar eiga fiskiførini í føroyska fiskiflotanum.
Útgávan “Fiskirættindi 2026” er eitt yvirlit yvir fiskirættindi hjá føroyska fiskiflotanum. Yvirlitið er ein lýsing, ið er bygd upp í trimum stigum:
1. Bólkar. Í kunngerð eru fiskirættindi skipað í bólkar, tað merkir kvotu- og fiskidagabólkar ella annað slag av bólkum
2. Feløg. Fiskirættindi verða latin til feløg ella einstaklingar
3. Skip og bátar. Feløg ella einstaklingar knýta rættindini at fiskiførum
Tað eru Vørn og Uttanríkis- & fiskimálaráðið, sum standa fyri útgávunum.
Báðar útgávurnar, “Ognaryvirlit 2026” og “Fiskirættindi 2026” eru á heimasíðunum hjá Vørn og Uttanríkis- & fiskimálaráðnum.
www.vorn.fo / FISKIVEIÐA / Ognaryvirlit