17.12.2019 kl. 15.43
Skriva út

Fráboðanarskipanin fer í søguna

Fiskiveiðieftirlitið skal boða frá, at frá 1. februar 2020 verður ikki longur møguligt at boða frá fiskiskapi við at ringja til fráboðanarskipanina (FBS) á tlf.nr. 31 69 13. Samstundis verður ikki møguligt at boða frá landing á tlf.nr. 289 289.

Talan er um fleiri sløg av fráboðanum so sum, at byrja og enda túr, skifta millum innara og ýtru leið, og melda til beinleiðis veiðu eftir t.d. upsa.

Hesar fráboðanir skulu í staðin sendast Fiskiveiðieftirlitinum gjøgnum talgilda veiðidagbók ella heimasíðuna www.vorn.fo undir ”veiðifráboðanir” við at rita inn við sýslunr. og loynital.

Orsøkin til hetta er, at telduskipanin við tlf.nr. 316913 er útgingin og verður ikki endurnýggjað.

Fiskiveiðieftirlitið vil heita á øll, sum enn nýta hesa skipanina, at byrja at fráboða gjøgnum talgildu veiðidagbókina ella heimasíðuna beinanvegin.