Fulltikin dekkari til Vørn
Eitt fast starv sum fulltikin dekkari á skipunum hjá Vørn verður hervið lýst leyst.
Høvuðsuppgávur:
Starvið sum fulltikin dekkari fevnir m.a. um hesar uppgávur:
· Ganga vakt eftir vaktarskipan
· Luttaka í dagliga arbeiðinum
· Arbeiðsuppgávur sambært starvslýsing í Góðsku- og trygdarhondbókini
· Annað fyrifallandi arbeiði
Førleikakrøv:
· Førleikaprógv sum fulltikin dekkari við handilsskipum
· Heilsuváttan til sjófólk, ið er uttan avmarkingar, og vera skikkað/skikkaður til kagtænastu
Dentur verður annars lagdur á:
· Dagført og galdandi trygdarskeiðsprógv
· Royndir innan yrkið
· Góð samstarvsevni
· Aldur og heilsa at gerast vinnukavari er ein fyrimunur, men ikki eitt krav.
Setanartreytir:
Setanartreytir og løn eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið. Starvið er lønt í lønarflokki 5.
Tríggir teir fyrstu mánaðirnir eru royndartíð.
Áðrenn setan kann almenn revsiváttan verða umbiðin.
Setanarøkið er Uttanríkis- og Fiskimálaráðið og stovnar undir ráðnum. Tænastustaðið er í løtuni Vørn.
Umsókn:
Skrivlig umsókn við CV, avritum av prógvum og møguligum viðmælum skulu vera Vørn í hendi í seinasta lagi 17. juni 2026 kl. 12.00.
Starvið verður sett sum skjótast.
Umsókn skal sendast til :
Vørn, postsmoga 1238, 110 Tórshavn, ella teldupost til: vorn@vorn.fo
(øll viðheft skjøl skulu vera í pdf-formati)
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Vørn á tlf. 31 10 65 og tosa við Jóannes Heimustovu. Henda lýsing er eisini á heimasíðuni www.vorn.fo