25.08.2022 kl. 13.12
Skriva út

Fulltikin dekkari til Vørn

Eitt starv sum fulltikin dekkari á skipunum hjá Vørn verður hervið lýst leyst.

Høvuðsuppgávur:

Starvið sum fulltikin dekkari fevnir m.a. um hesar uppgávur:

  • Ganga vakt eftir vaktarskipan
  • Luttaka í dagliga arbeiðinum
  • Arbeiðsuppgávur sambært starvslýsing í Góðsku- og trygdarhondbókini
  • Annað fyrifallandi arbeiði

Førleikakrøv:

  • Førleikaprógv sum fulltikin dekkari við handilsskipum
  • Heilsuváttan til sjófólk, ið er uttan avmarkingar, og vera skikkað/skikkaður til kagtænastu

Dentur verður annars lagdur á:

  • Dagført og galdandi trygdarskeiðsprógv
  • Royndir innan yrkið
  • Góð samstarvsevni
  • Aldur og heilsa at gerast vinnukavari er ein fyrimunur, men ikki eitt krav

Setanartreytir:

Setanartreytir og løn eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið. Starvið er lønt í lønarflokki 5.

Tríggir teir fyrstu mánaðirnir eru royndartíð.

Áðrenn setan verður almenn revsiváttan umbiðin.

Setanarøkið er Fiskimálaráðið og stovnar undir ráðnum. Tænastustaðið er í løtuni Vørn.

Umsókn:

Skrivlig umsókn við CV, avritum av prógvum og møguligum viðmælum  skulu vera Vørn í hendi í seinasta lagi  12. september 2022 kl. 12.00.

Starvið verður sett sum skjótast.

Umsókn skal sendast til :

Vørn, postsmoga 1238, 110 Tórshavn, ella teldupost til: vorn@vorn.fo

(øll viðheft skjøl skulu vera í pdf-formati)

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Vørn á tlf. 31 10 65 og tosa við Jóannes Heimustovu. Henda lýsing er eisini á heimasíðuni  www.vorn.fo