08.11.2019 kl. 11.04
Skriva út

Gjald fyri fiskiloyvi á Torvuni

Í samband við at ársskifti nærkast og fleiri fara at søkja um nýtt fiskiloyvi, skal Vørn vísa á niðanfyri standandi.

Tá tú keypir við gjaldskorti á netinum, kanst tú verða biðin um at tøppa inn eitt 3D Secure loynital. 3D Secure er eitt samlað heitið fyri Dankort Secured by Nets, Verified by Visa og Mastercard ID Check. Hetta er ein eyka trygd, tá tú keypir á netinum, ið merkir, at tá tú keypir á netinum, skal tú, umframt at nýta kortupplýsingarnar, eisini brúka eina einnýtiskotu, sum tú fært sum sms boð.

Frá 1.oktober 2018 verða nýggj gjaldskort sjálvvirkandi tilmeldaði 3D Secure. Sjálvvirkandi tilmeldingarskipanin velur fartelefonnummari, tú seinast hevur upplýst tínum peningastovni.
Broytingin er bert galdandi fyri nýggjar gjaldskortbíleggingar.

Um tú ikki hevur fingið avgreitt hetta, verður tú biðin um at venda tær til tín peningastovn.